Тексты и переводы песен

Saknur

Sárt sakni eg teg, væna mín.
Hví rýmdi tú frá mær?
Tað er sum sól og summar
av garði fór við tær,
tí allir fuglar tiga,
hvør blóma fánað er,
mín hugur eltir har tú fer,
mín sál er friðleys her.
 
So tekkilig og eygagóð,
sum Venus vøn og skær,
eitt bládýpi av sælu
í tínum eygum var,
sum spunnið gull var hárið,
so fannhvít undir lín,
tín mjúki barmur heitur brann,
á varrum vætti vín.
 
Tú ferðamøddi fuglur, sum
so víða farin er,
sást tú mítt fljóð, hitt fagra,
á tíni longu ferð?
Hon er ein eyðkend rósa,
sum summarsólin vøn.
Á, góða, elskaða, kom heim,
hoyr mína hjartans bøn!
 

Понравилась песня? Будем очень благодарны, если вы расскажете о ней друзьям:



Послушать песню и посмотреть клип "Saknur"

Видеоклипы к песне подбираются автоматически сайтом youtube.com. Отказ от ответственности

Текст песни Eivør Saknur предоставлен в ознакомительных целях для личного развития.