Eivør — Vøgguvísa, ein kópakona syngur

Eivør Vøgguvísa, ein kópakona syngur

Текст песни

Náttin er eitt látur,

hellið dimt og trygt.

Havið murrar gátur,

mánin er ein lykt.

Sov nú, lítli vinur,

eygu klár og døkk,

sov, tú ert so linur,

inn í myrkrið søkk.

 

Náttin er ein alda,

vaggar teg í blund.

Bæði vit nú halda

út á silvursund.

Dreymaham so blankan

vil eg spinna tær

úr stjørnuvond og langtan.

Svim tú út við mær.

 

Náttin er ein strongur,

íða, villfør, von.

Sov nú, søti drongur.

Ytst á havsins trom

báran teskar gloym ei

móðurhjarta mítt,

dansi eg um tarateig,

altíð er tað títt.

 

Клипы «Vøgguvísa, ein kópakona syngur»

Заказать перевод Прислать свой вариант перевода

Текст песни Eivør Vøgguvísa, ein kópakona syngur предоставлен в ознакомительных целях для личного развития.