Eivør — Vársins Ljóð

Eivør Vársins Ljóð

Альбом: Eivør Pálsdóttir (2000)

Жанры — Фолк

Текст песни

Tú heldur, at summarið koma skal

Við blómum í bakka og ból

Men fyrst má eg syngja tær sólina fram

At skína um heygar og hól

 

Eg andi lív í ein sóljukopp

Hygg hvussu hann brettir sær á

Men fyrst má eg bræða tær kavan burt

So fram vinna dái og strá

 

Eg sigi við ánna og kelduvið

At nú verður summarið skjót

Í lofti skal hoyrast kátt fuglakvæð

Av snípu og stara og lógv

 

Og hagin skal klæðast í summarskrúð

Har tjøldrini reiða sær ból

Um dimmið skal sólin sær søkja búð

Og lita tær havið sum glóð

 

Eg gevi tær sóljur og smærubrá

Tann gávan man falla tær væl

Og børnini fáa ein berjadag

Við ljósi og kátasta lag

 

Eg finni fram frægastu loynimið

Og tey skulu børnini fá

Tá vár okkum gistir eitt annað ár

Eg veit, at tú gleðast man tá

 

Клип «Vársins Ljóð»

Видеоролики хранятся и модерируются сервисом YouTube. Отказ от ответственности

Заказать перевод Прислать свой вариант перевода

Текст песни Eivør Vársins Ljóð предоставлен в ознакомительных целях для личного развития.